Støddfrøðivegleiðingin

Støddfrøðivegleiðingin

  • Hevur tú ilt við støddfrøðini?
  • Er okkurt serstakt evnið tú hevur ilt við?
  • Hevur tú brúk fyri at hjálp til eina roynd ella próvtøku?
  • Vilt tú duga betri at gera avleveringar?
  • Vit kunnu hjálpa við øllum hesum og meira!
  • Øll kunnu læra støddfrøði! ... og vit kunnu hjálpa tær!

Hvørjum hjálpa vit?

Vit veita privatundirvísing í støddfrøði á miðnámi. Okkara undirvísarar eru allir útbúnir og royndir støddfrøðiundirvísarar.

Vit hjálpa við:

  • Rokniuppgávum
  • Innlatingum
  • At skilja evnið
  • Próvtøkuhjálp, skrivligt og munnligt

Vit undirvísa sjálvandi á bæði A, B og C-stigi.

Hvar?

Okkara konsultentar arbeiða úr Havnini, men tað ber til hjá okkum at koma allastaðni. Vit hava eisini góðar royndir við at vegleiða gjøgnum Messenger, Teams, Zoom ella tílíkt. Setið tykkum í samband við okkum, so finna vit eina loysn.