Thursday, November 12, 2009

[fo] Ein góður dagur í Havnadali


Í summar, ímeðan eg var í Føroyum i samband við føðingardagin hjá abba, var eg í Havnadali saman við Gert, mammu, Teiti og Bjørk og fiskaði síl, hetta var ein góður dagur sum eg tók nakrar myndir av.

Labels: , , , ,

Wednesday, September 16, 2009

[fo] Diddan veksur enn ...


So eru vit aftur her við nøkrum myndum... Diddan veksur og stórtrívist, og er byrja at smíla, gálva, flenna og agøøh'a og vit eru øgiliga stolt foreldur at fitttastu didduni í verðini...

PS. Myndirnar liggja her.

Labels: , ,

Saturday, August 22, 2009

[fo] Jens Jacob í Hjøllum 85 ár



Jens Jacob í Hjøllum 85 ár

í dag, 22. august 2009 verður Jens Jacob í Hjøllum (føddur Olsen) 85 ár. Jens Jacob varð føddur 22. august 1924 á Toftum. Hann er sonur Óla og Ulrikku Olsen. Hann er tridi í røðini úr einum syskinaflokki av seks. Jens Jacob byrjaði drúgvu lívsleið sína við sum at fara til skips við...


Myndir eru her og slideshowið er her.

Myndir av føðingardagshaldinum eru her.


Hjartaliga tillukku!!

Labels: , ,

Monday, July 27, 2009

[fo] Diddan er komin




Hey øll

Sunnukvøldið 26. juli kl 20:43 varð eg pápi at eini fittari lítlari prinsessu.
Mamma og barn hava tað gott.

Nakrar fáar myndir eru her: Myndir av didduni.

/Jari

PS. Hon vigaði 3310g og var 50cm long.

PPS. Diddan hevur longu fingið sín egna blogg á diddanhjollum.blogspot.com.

Labels: , , ,

Thursday, December 25, 2008

[fo] So fekk eg endiliga mín Ph.D.



Fríggjadagurin 17. okt. var ein stórur dagur fyri meg. Aftanaá at hava kempa fyri tí í næstan fýra ár skuldi eg verja mín Ph.D. ritgerð á H.C. Ørsteds instituttinum. Tað gekk væl. Eftir at hava hildið ein fyrilestur uppá 45 min og svara spurningum í 1½ tíma takkaðu oppopnentarnir fyri seg og fóru í einrúm fyri at votera. ímeðan bíðaði eg saman við áhoyrarum, vegleiðarum, starvsfeløgum, vinfólki og familju eftir dóminum. Tað tók eina løtu, men so komu tey aftur og lósu dómin upp og vupti, so var eg Ph.D.!

Um kvøldið hevði eg opið hús heima, har eg fekk nokkso fitt av gestum. Hetta var eisini sera hugnaligt!


Myndir frá hesum langa degnum eru her.

Min ritgerð sæst her her og mín fyrilestur er her.

Labels: , ,

Tuesday, December 23, 2008

[fo] Myndir úr Føroyum sep. 2008 / [en] Images from Faroe Islands sep. 2008


[fo] Eg hevði eina sera góða feriu heima í Føroyum í sep. 2008. Myndir frá feriuni eru her.

[en] I had a very nice and enjoyable vacation on the Faroe Islands in sep. 2008. Images from the vacation are found here.
Posted by Picasa

Labels: , , , , ,

Monday, December 10, 2007

[fo] So eru vit flutt inn í okkara nýggju hús...

Síðsta leygardag fluttu vit inn í okkara nýggju deiligu hús. Hetta var ein stórur dagur! Síðani eru vit komin uppá pláss so at tað nú er vorið eitt rættuligt heim - Her eru nakrar myndir av húsinum.

Labels: , , , ,

Wednesday, September 5, 2007

[fo] Myndir frá tveimum teimum seinastu vikuskiftunum

Hetta vikuskift vóru eg og Ulrik og vitjaðu mormor og morfar.

Síðsta vikuskift vóru vit á kano-túri ...

Herfyri var føðingardagsveistla hjá Sannu Elinu og Fridu í Ballerup ...

Labels: , ,