Thursday, December 25, 2008

[fo] So fekk eg endiliga mín Ph.D.



Fríggjadagurin 17. okt. var ein stórur dagur fyri meg. Aftanaá at hava kempa fyri tí í næstan fýra ár skuldi eg verja mín Ph.D. ritgerð á H.C. Ørsteds instituttinum. Tað gekk væl. Eftir at hava hildið ein fyrilestur uppá 45 min og svara spurningum í 1½ tíma takkaðu oppopnentarnir fyri seg og fóru í einrúm fyri at votera. ímeðan bíðaði eg saman við áhoyrarum, vegleiðarum, starvsfeløgum, vinfólki og familju eftir dóminum. Tað tók eina løtu, men so komu tey aftur og lósu dómin upp og vupti, so var eg Ph.D.!

Um kvøldið hevði eg opið hús heima, har eg fekk nokkso fitt av gestum. Hetta var eisini sera hugnaligt!


Myndir frá hesum langa degnum eru her.

Min ritgerð sæst her her og mín fyrilestur er her.

Labels: , ,